Keypstreytir

Bílegging
Tað er umráðandi at skriva allar tíðandi upplýsingar í teigarnar. Útfyll teigarnar: Navn, bústaður, bygd/býur, teldupostur, telefon. Avgreiðslutíðin aftaná bíleggingarmóttøku er vanliga 2-3 yrkadagar. Um vøran ikki er á goymslu, royna vit at útvega hana innan 10 dagar.

Prísir og gjaldshættir

Allir prísir eru við MVG. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og prísbroytingum, og útseldum vørum.

Tú kanst gjalda við teimum mest vanligu gjaldskortunum, Dankort, DK/VISA, Mastercard, VISA Elektron. Um tú rindar við gjaldskorti, skalt tú bert tøppa inn kortnummar, endadag og eftirlitstal við bílegging av vøruni. Harvið gevur tú loyvi til at HALDGÓÐSKA tekur upphæddina av tygara konto.

Datatrygd
Upplýsingar, sum tú tastar inn, verða ikki nýttir til annað endamál enn til keypið av hesari vøru.

Trygd við kortgjalding
Vit nýta trygdarprotokollina SSL, sum loyniligger upplýsingarnar millum internet browsara (kortinnihavari) og ein internet servera (handilin). Hetta merkir, at teir upplýsingar, ið verða sendir, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardir frá tygara teldu og til okkum.

Leveringshættir
Vøran verður send við Posta, sí dagførdan príslista hjá Posta.
 
Returrættur
Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar eftir keypsdag, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna, treytað av, at vøran er óbrúkt, lítaleys og í óuppbrotnum upprunaligum pakningi. Gongur freistin ikki út ein gerandisdag, ber til at bíða til komandi gerandisdag.

Reklamatión og umvæling

Allar vørur eru umfataðar av 1 ára trygd frá tí degi, ið vøran er keypt. Um vøran er skødd, orsakað av herverki, skeivari nýtslu, av vætu ella líknandi, fellur rætturin til trygd burtur, tú skalt venda tær til okkum skjótast møguligt, tú varnast brekið.