Lýsing av fyritøkuni

Lýsing av fyritøkuni HALDGÓÐSKA

Mítt navn er Hildibjartur Hansen. Aftaná 14 ár í telefyritøku, ið hevur ment meg til í dag at kunna kalla med serfrøðing innan samskiftisútgerð, havi eg stovnað egna fyritøku, sum m.a. skal selja og umboða útgerð innan hesa vinnu.
Mín starvsleið innan tele samskifti hevur verið bæði sum leiðari í telebúð og sum seljari á vinnudeild, har eg miðvíst havi fingið samband við vinnuna. Seinastu árini starvaðist eg sum innkeypari.
Navnið á fyritøkuni er HALDGÓÐSKA, og kemur fyritøkan, sum navnið ber boð um, bara at selja vøru, ið kann metast sum góðskuvøra.
Aftaná drúgva samráðing við eitt hitt mest virda headset merkið í heiminum Plantronics,  er avtala gjørd  um samstarv, har eg umboði merkið í Føroyum. Plantronics hevur eitt sera breitt úrval av headsettum, bæði til vinnuna og privat.
Eg havi staðið Plantronics universitets frálæruna og eri nú  tekniskt og sølu sertifiseraður.
 

Samstarvsavtala er eisini gjørd við: Flightcases International.
Flightcases International eru leiðandi framleiðarar og veitarar av flutnings- og goymsluloysnum, innan øll sløg av útgerð, til alt slag av ídnaði, t.d. Kuffert, pakkitilfar, útgerð innan vindorku, heilivágsídnaðin, offshore, amboð, mátiinstrument, foto og video og KT-ídnaðin. Flightcases International eru serliga kendir fyri at skraddaraseyma flightcases.

UC_Sales_Specialist_EN-US
UC Technical Specialist EN-US

 

Contact_Center_Sales_Specialist_EN-US
22814-Plantronics-University-Badges-Contact-Center-Technical-Specialist-US-V02-REL-01

 

HALDGÓÐSKA

Djúpagilsvegur 34

+298282148